Nýggi Smyril kann liggja í Havn ella á Gomlu Rætt

Ymsir møguleikar eru fyri at útvega nýggja Smyrli varandi atløgupláss í Havn, men ein møguleiki er at flyta hann á Gomlu Rætt, sigur ein arbeiðsbólkur

Suðuroyarsiglingin

Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað atløguviðurskiftini hjá nýggja Smyrli í Havn, (sí hina greinina her á síðuni) hevur eisini gjørt nakrar metingar um, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega nýggja Smyrli fast atløgupláss í høvuðsstaðnum.
Men enn eru ongar endaligar niðurstøður gjørdar og bólkurin mælir til, at hann heldur fram við arbeiðnum, so at hann eisini kann koma við eini tilráðing um eina varandi loysn.

Fimm møguleikar
Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt fimm møguleikar fyri eini varandi loysn til nýggja Smyril.
Ein møguleiki er at gera atløgupláss úti á Skansabryggjuna.
Men skal tað kunna brúkast í øllum veðri, verður neyðugt at leingja grótkastið og at gera havnaøkið størri.
? Í øllum førum er hetta ein útbygging, sum fer at kosta yvir 100 milliónir, umframt at nýtt trapputorn skal gerast til ferðafólkið.
Arbeiðsbólkurin metir, at hetta kann verða ein ein góð loysn, hóast umstøðurnar hjá ferðafólki til gongu kanska ikki verða so góðar, tí tað er nakað langt ímillum Skansabryggjuna og farstøðina á Eystaru bryggju.
Ein annar møguleiki er at gera nýggja Smyrli fast pláss í krókinum undir Havnarskrivstovuni, so at hann bara kemur at skifta ímillum atløguplássið hjá Norrønu, tá ið hon ikki er í Havn og krókin, tá ið hon er í Havn.
Men ein fortreyt fyri hesum, er, at skipini hjá Skipafelagnum mugu flyta aðrastaðni at liggja.
? Tað hevur stóran týdning fyri Skipafelagið, at stutt er frá skipinum til pakkhúsið, bæði fyri at avgreiða skipini effektivt og fyri at vøran skal halda sær. Tí ber ikki til at flyta skipini uttan samstundis at flyta pakkhúsið, sigur arbeiðsbólkurin. Men tað er ivasamt um tað ber til at flyta pakkhúsið longri út á molan uttan at gera umstøðurnar í pakkhúsinum verri.
Ein annar møguleiki er at Tórshavnar Havn flytir alt bingjuvirksemið til Kollafjarðar. Tórshavnar Havn hevur tó ikki enn tikið støðu til, hvar bingjuvirksemið skal plaserast í framtíðini, og ivasamt er, nær henda avgerðin verður tikin.
? Tað má eisini havast í huga, at tað er dýrt at flyta bingjuvirksemið, og vil landið hava ávirkan á hesa gongdina, er helst neyðugt, at landið má gjalda fyri hetta.
Tórshavnar Havn hevur eisini staðiliga gjørt vart við, at ein langtíðarloysn til nýggja Smyril ikki má ávirka viðskiftafólkini hjá Tórshavnar Havn neiliga.
Skal arbeiðast víðari við einari slíkari loysn er tað sostatt neyðugt, at tað verður gjørt í samstarvi við bæði Tórshavnar Havn og Skipafelagið.
Ein triði møguleiki er at gera fast pláss til nýggja Smyril á Viðanesi. Men Viðanes er fiskivinnuhavn og liggur langt frá farstøð og farmavirkseminum annars. Tí verður tvørligt at samskipa ferðsluna og farmaflutningin frá nýggja Smyrli við ferðsluna og farmaflutningin á eystaru bryggju.
Á Viðanesi mugu stórar útbbyggingar til, eitt nú trapputorn til ferðafólk, øki til bilar, ferjuskráa, fendarar o.a.
Fjórði møguleikin er at lata nýggja suðuroyarskipið fáa fast atløgupláss, har Norrøna nú leggur at.
Men so má Norrøna flyta og í løtuni eru eingi útlit til, at Smyril Line ætlar sær at flyta Norrønu til aðra havn í Føroyum.
Tosað hevur verið um møguleikan at tillaga ferðaætlanirnar hjá Norrønu og Smyrli, so bæði skipini kunnu nýta leguna framvið eystaru bryggju, men av tí at bæði Norrøna og Smyril kunnu verða seinkað, og av tí at tað kann verða tørvur á at broyta ferðaætlanirnar í framtíðini, metir arbeiðsbólkurin ikki, at hetta er nøkur loysn.
Og seinasti møguleikin, sum arbeiðsbólkurin vísur á til nýggja Smyril, er Gamla Rætt.
Men so verður neyðugt at byggja Gomlu Rætt út og at gera nýtt trapputorn.
? Ein týðandi óvissa í hesari loysnini er, at nýggi Smyril verður noyddur at venda uttanfyri havnina og bakka inn. Ti má fyrst kannast um um hetta ber til.