Nýggi Smyril verður jólatrøll

Hann verður enn meiri seinkaður enn hann longu er og hann kemur neyvan í sigling í ár, sigur tekniski leiðarin á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

? Nýggi Smyril kemur ikki í sigling í ár.
Tað er tekniski leiðarin á Strandfersluni sannførdur um.
Magnus Magnussen hevur ikki fingið tað váttað frá sponsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggja Smyril, at hann verður seinkaður.
Men nú hann akkurát er afturkomin til Spania eftir summarfrítíðina, staðfestir hann, at tað er so mikið nógv eftir at gera við skipið, at tað fer ikki at eydnast skipasmiðjuni at halda tíðarætlanina.
Upprunaliga skuldi nýggi Smyril verða liður 12. oktober. Men fyrr í ár varð greitt, at hetta fór ikki at halda, og nýggjur yvirtøkudagur varð settur til 31. oktober.
Men Magnus Magnussen sigur, at nú dugir hann at síggja, at tað er so mikið nógv eftir at gera, at heldur ikki tann tíðarætlanin fer at halda.
Hann fer nú at biðja leiðsluna á skipasmiðjuni um eina nýggja tíðarætlan. Men leiðslan er í feriu, so tað verður ikki fyrrenn seinni, at hann sleppur á tal við leiðsluna.
Sostatt veit hann ikki at siga, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Men hann metir í øllum førum, at tað verður ikki í hesum árinum, at hann kann setast í sigling, og sostatt gerst nýggja suðuroyarskipið jólatrøll.
? Tað var eitt stórt vónbrot, tí vit høvdu miðjað eftir at fingið hann í sigling nú tíðliga í vetur, sigur hann.
Hann sigur, at tað arbeiðir rættiliga nógv fólk umborð á Smyrli.
Skipasmiðjan hevur havt møguleikan fyrr í summar at sett meiri fólk umborð fyri at fáa tíðarætlanina at halda.
? Men nú er tann møguleikin farin, tí nú eru bara tveir mánaðir eftir, til skipið skuldi handast.
Tað er eisini eitt mark fyri, hvussu nógv fólk kann arbeiða umborð, sigur Magnus Magnussen. Tað ber heldur ikki til at gera øll arbeiðini ísenn, tí hvørt má lagast eftir øðrum. og tá ið alt er liðugt, skulu allar tekniskar skipanir umborð roynast.

Kann onki gera
Magnus Magnussen sigur, at tað er onki, sum Strandferðslan kann gera við hetta.
Strandferðslan hevur ein sáttmála at halda seg til. Og í tí sáttmálanum er eisini lagt upp fyri seinkingum.
? Tað er Skipasmiðjan, sum byggir skipið og vit hava bara eftirlitið.
Kortini er tað so, at verður skipið seinkað meiri enn ein mánaða, kemur Skipasmiðjan undir dagbøtur.
Tað vil siga, at frá 1. desember kemur skipasmiðjan undir dagbøtur.Hesar dagbøturnar eru einar 100.000 krónur um dagin í fyrstuni, men tær veksa, meiri skipið verður seinkað.
Kortini heldur Magnus Magnussen, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit fáa eitt gott skip, tá ið tað er liðugt.
? At byggingin er seinkað er tað, sum kann henda. Men tað týdningrmesta er, at vit fáa eitt gott skip ? og tað fáa vit, tí nýggi Smyril verður eitt gott skip, sigur hann.
At nýggi Smyril verður seinkaður ber samstundis í sær, at gamli Smyril kann ikki fara av landinum.