Nýggi Varðin væl á veg

Fyri umleið hálvum øðrum ári síðani kom fyrsti nýbygningurin á Viðareiði í sjeyti ár til Føroya. Tað var Gáshøvdi hjá Pf Kneysi. Um eitt hálvt ár kemur næsti nýbygningurin. Hesuferð er tað Varðin hjá PF Stíggjar - eisini á Viðareiði

Herfyri varð enn ein nýbygningur hjá viðoyingum flotaður á skipasmiðju í Gdansk. Báturin varð sleipaður til Hvide Sande í Danmark, har hann verður gjørdur liðugur. Tað er P/F Stíggjar á Viðareiði, sum byggir nýggjan trolara ístaðin fyri gamla Varðan.
Joen Jakke Heinesen av Viðareiði sigur, at sambært sáttmálanum skal nýggi Varðin verða liðugur tann 10. apríl.
? Men vit royna at skunda undir arbeiðið, tí 2. apríl lata jú tey stongdu toskaøkini uppaftur, og tá hevði verið gott at havt nýggja bátin, sigur hann.

Tænt fyri sítt breyð
Joen Jakke greiðir frá, at avgerðin um at lata nýggjan Varða byggja varð tikin fyri umleið einum ári síðani.
? Varðin, sum vit sigla við nú, er væl og virðiliga útslitin, so hann hevur tænt fyri sítt breyð, heldur hann fyri.
Hvat fer at henda við gamla Varðanum, tá tann nýggi er liðugur, veit Joen Jakke tó ikki.
? Eg veit ikki, hvat er so lokkandi við einum gomlum træbáti við ongum fiskiloyvi. Eg kundi ímynda mær, at onkur kanska keypir motorin og so víðari, men nú fáa vit at síggja, sigur Joen Jakke og leggur afturat, at hann hevur fingið onkrar fyrispurningar, men onki ítøkiligt kortini.
Eisini vísir hann á, at tað ikki riggar líka væl at trola á landleiðini eftir flatfiski við einum gomlum træbáti. Tá heldur hann, at teir nýggjari trolbátarnir eru so nógv betur útgjørdi og egnaðir til tað endamálið.
? Flatfiskurin á landleiðini hevur verið tað berandi hjá okkum. Tann fiskiskapurin hevur verið javnt góður seinastu trý árini. Tá hevur toskurin heldur verið nakað svikaligur til tíðir, greiðir Joen Jakke frá.
? Hetta er kanska ikki tann heilt rætta tíðin til nýbygningar við høgum oljuprísum og svingandi fiskaprísum. Men rentan er í øllum førum lág, staðfestir Joen Jakke, sum tó kortini undirstrikar, at hann hevur gott mót.

Góðar umstøður
Tað verða munandi betur arbeiðsumstøður umborð á nýggja Varðanum. Hann er innilokaður. Tað vil siga, at eitt dekk er omaná, og eitt niðriundir, har tað so verður arbeitt við fiskinum.
Nýggi Varðin er áleið somu stødd, sum teir báðir trolbátarnir, sum verða bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju.
Skipið er góð 100 GT og lastar 500 kassar. Londin er 18,75m og breiddin er 6,20m.