Sunnudagin klokkan 11 verður ein serlig gudstænasta í Argja kirkju, tá nýggir altarlutir verða vígdir. Eftir vígsluna verður okkurt lætt til matna, og øll eru vælkomin. Argja kirkja hevur fingið nýggjan prædikustól, nýggjan lesipult og nýtt altar við knæfalli.
Tað eru hesir altarlutir, sum komandi sunnudag verða vígdir við eina serligari gudstænastu.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, kemur at luttaka í gudstænastuni við millum annað sjálvari vígsluni, og sóknarprestarnir, Bergur Debes Joensen og Derhard Jógvansson, fara eisini at luttaka við prædiku og altargangi.
Eftir sjálva vígsluna verður okkurt lætt at fáa til matna, og okkurt verður eisini fyri børnini.
Av Argjum lata tey frætta, at øll eru hjartaliga vælkomin til vígslugudstænastuna sunnudagin.