Havnar Fimleikafelag hevur nú fingið nýggjan búnað. Í tíðindaskrivi verður sagt, at nevndin í felagnum hevur sett sær sum høvuðsendamál at sjónliggera felagið, og er nýggi búnin ein liður í hesum ætlanum. Búnin víkir frá gamla búnanum í útsjónd, soleiðis at reyði liturin, sum er ein partur av búmerkinum hjá HF, ikki longur er ein partur av búnanum. Búmerkið hjá HF verður tó sjálvandi sitandi óbroytt á bringuni saman við høvuðstuðlinum 2x3. Á lærinum sæst Føroya Sparikassi, sum eisini er ein av stuðlunum hjá felagnum.