Nýggir Gestir á G!

Á ársins G! Festival fara Gestir einans at spæla nýggjan tónleik, harav fleiri av sangunum fara at vera frumframførdir.

Gestir eru óvanligir, bæði í tónleiki og í orðum. Tónleikurin er filmiskur og atmosferiskur og orðini eru poetisk og higartil einans á føroyskum. Teir vórðu stovnaðir í 2002 og hava síðani víst seg sum ein hin best umtókta rokkbólkin úr Føroyum, ikki minst millum útlendingar.

 

Gestir vunnu Prix Føroyar í 2003 og hava síðani spælt á øllum teimum feitastu spælistøðunum í Føroyum, Íslandi og Danmark eftir at teir góvu út fyrstu fløguna, Burtur frá toftunum, í 2006. Hon varð av mongum (kotuorð fyri ?øllum, ið hava skil fyri tónleiki?) skýrd ein hin besta rokkfløgan nakrantíð á føroyskum og ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

 

Fyri stuttum fingu Gestir altjóða umboðsavtalu, evropeiska bookingavtalu og danska søluavtalu í lag. Í løtuni skriva Gestir sangir til teirra næstu fløgu, skrivar G!Festivalurin á heimasíðu síni.