Nýggir leikarar í AB

Tað hava verið nógvar leysasøgur, um leikarar, ið hava verið settir í samband AB. Argjamenn fóru undir venjingina í seinastu viku, og higartil hava tveir nýggir leikarar verið og vant við.

Talan er um Karl Leonsson og Una Mortensen, sum ávikavist hava umboðað B36 og HB. Báðir hava spælt einstakar dystir á besta liðnum, men hava fyri tað mesta leikt á øðrum liði hjá feløgunum.

Úr AB verður sagt, at báðir leikarar ætla sær at spæla við AB í ár. Karl Leonsson, Uni Mortensen saman við Eyðun Samuelsen eru ein kærkomin styrkur hjá argjamonnum í 2.deild í ár.