Nýggir tónar

Tað hevur nærum verið ógjørligt at viðgera nøkur ávís mál í Føroyum. Eitt er viðurskifti okkara við ES. Eitt annað er hernaðarmálið. Alt orðaskifti um hesi mál eru endað í skuldsetingum, og fólk hava víðgyrt seg í skotgrøvum. Tískil hevur verið trupult at taka avgerðir.

 

Kortini hevur eitt samt løgting einar tríggjar ferðir samtykt, at Føroyar skulu haldast uttan fyri allar hernaðarsamgongur. Fremstu talsmenn fyri hesa støðu hava verið Fólkaflokkurin í síni tíð og síðani Tjóðveldisflokkurin.

»Hervaldið av landinum« var eitt herróp hjá Tjóðveldisflokkinum líka frá 1960 - tá tjóðveldismaðurin Karsten Hansen stillaði upp til fólkatingsval við tí endamáli at fáa herstøðina av landinum - til Kalda krígggið var av. Flokkurin var klettafastur í hesi støðutakan, og tað hevur heldur ikki skortað við atfinningum móti øðrum flokkum.


Men hesa seinastu vikuna hava vit hoyrt nýggjar tónar. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, sigur nú, at vit skulu viðgera spurningin og taka støðu til, um vit sum fullveldisríki skulu fara upp í samstarvið í einum felagsskapi undir Nato. M. a. verður ført fram, at vit skulu eisini hugsa um trygdina hjá grannum okkara.


Ein av fremstu grundevingunum at fáa Nato-støðina av landinum hevur verið, at Føroyar eru eitt bumbumál, tí í eini krígsstøðu fer eitt fíggindaland fyrst og fremst at bumba eina ávaringarstøð. Sum er hava Føroyar verið partur í eini ávaringarskipan. Henda skipan hevur sum fremsta mál at ávara USA móti einum møguligum álopi eystaneftir. Í grundini merkir tað, at vit liggja her við ávaringarstøðum uttan nakra sum helst verju. Skulu vit fylgja tankagongdini at vera ein partur í Nato, átti kravið so ikki at verið, at vit eisini høvdu eina verjuskipan?


Hetta er eitt viðbrekið mál, og flestu føroyingar vildu hava Nato- og loranstøðirnar av landinum, tí tær gjørdu, at vit vóru eitt bumbumál. Hetta varð ferð eftir ferð ført fram í friðartiltøkunum í 80?unum fyri at fáa ein enda á Kalda krígnum. Kríggið er av. Føroyar skulu kanska skipast sum fullveldisríki, og hetta krevur eina viðgerð. Men teir nýggju tónarnir hjá Tjóðveldisflokkinum um møguligan laimaskap í Nato munnu undra mong, hóast flokkurin ikki skal lastast fyri at siga seg sinnaðan at viðgera henda spurning. Higartil hava danir tikið avgerðina, men í framtíðini skulu vit sjálv taka avgerðina, um fullveldisríkisríkið Føroyar verður veruleiki. Men munnu flestu føroyingar ikki framvegis vilja, at vit eru uttan fyri allar hernaðarsamgongur?