Javni bjóðar til almennan fund á Hotel Hafnia komandi leygardag í samband við ársaðalfundin.
Heitið á fundinum verður "Tryggingarmøguleikar hjá fólki við menningartarni".
Hetta er fyrstu fer at hesi tryggingartilboð verða bjóðað í Føroyum.
Javni heitir á starvsfólk á bústovnum, sambýlum og avvaraðandi hjá børnum og vaksnum at koma á fundin at hoyra nærri greitt frá.
Fyri Føroya Lívstrygging luttekur Bartal Kass, og umboðið fyri Tryggingarsambandið Føroyar verður Hildubjørg Ellingsgaard.
Eftirlønartrygging til fólk við menningartarni
Fólk við menningartarni hava ikki havt somu møguleikar sum onnur at tekna sær tryggingar, ið tey so kunnu fáa útgoldnað, tá tey verða fólkapensionistar.
Í vár tók Javni upp samráðingar við Føroya Lívstrygging, fyri at bøta um støðuna tá ið tey verða 67 ár, - ið er aldurin tá fólkapensiónin verður útgoldin í Føroyum. Tey, ið ikki hava vart seg fyri hesum fáa so nátúrliga minni í pensión..
Hjá Føroya Lívstrygging fer nú at bera til at tekna tvey sløg av eftirlønarsamansparingum, fyri at hava nakað at standa ímóti við til ellisár. Veljast kann ímillum kapitalsamansparing og lutaeftirløn.
Upphæddin er á einum støði so ein og hvør kann verða við. Treytin fyri at fólk við menningartarni kunnu tekna hesar tryggingar er at viðkomandi er myndigur og er limur í Javna.
Tilburðartrygging
Í Danmark hevur nú í nøkur ár verið møguleiki at tekna vanlukkutrygging uttan mun til um umsøkjarin hevur brek ella ikki.
Í Føroyum hevur trupulleikin verið tann, at fólk við størri brekið og/ella við sálarligum breki ikki hava kunna teknað hesa trygging. Javni hevur tí eisini havt samráðingar við Tryggingarfelagið Føroyar.
Nú verður eisini her møguleiki at tekna tilburðartrygging fyri fólk við menningartarni.
Tryggingin veitur endurgjald fyri ein tilburð, sum er at skilja tilvildarligur, óvart bráðkomin uttaneftir, og hevur likamsskaða við sær, sum kann ávísast.
Tryggingin fevnir eisini um omanfyri nevndu tilburðir, ið eru ein avleiðing av epileptiskum herðindum.
Øll eru vælkomin á
almenna fundin
Almenni fundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 5. apríl 2003 kl. 14:00. Møguleiki verður at seta spurningar til umboðini frá Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagnum Føroyar.
Aðalfundurin
Aftaná almenna fundin - kl. 15:30 verður aðalfundur á sama stað.
Skráin verður samb. viðtøkurnar hjá felagnum.
Vónandi møta limirnir fjølmentir til báðar fundirnar.