Nýggir vinnubygningar reistir á Toftum

Um ikki so langa tíð er væntandi, at fýra nýggir vinnubygningar fara at standa á nýggja ídnaðarøkinum hjá Nes kommunu við Rætt. Ein bygningur stendur liðugur, ein er reistur og hin triði verður nú eisini reistur, umframt at MJ Saltsøla ætlandi skal byggja á nýggja vinnuøkinum

Vinna

 

Havnalagið í Nes kommunu er ivaleyst tað havnalag í Føroyum, sum er mest broytt seinastu árini.

Hyggja vit at myndum, sum eru tiknar fyri kreppuna fyrst í nítiárunum og samanbera tær við myndir, sum eru tiknar í dag, sæst, at havnalagið og vinnuøkið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning.

Ein orsøk til hesa menning er, at tey, sum í síni tíð stóðu aftanfyri Fiskamarknað Føroya, gjørdu Toftir til miðdepil fyri sølu og landing av fiski.

 

Nógv virksemi

Umframt fiskamarknað og landingarmiðstøð, er eisini Kassamiðstøð á økinum sunnanfyri Toftagjógv. Beint heimanfyri Toftagjógv er bygningurin hjá Snodd, har skrivstovuvirksemi og goymsla er. Síðan kemur bygningurin hjá Valhalla, ið er eitt pakkivirki, sum útflytir feskan fisk. Útflutningurin av feskum fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið hevur skrivstovu í bygninginum hjá Snodd og hevur tvær avskipingar av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna.

Miðskeiðis millum gamla vinnuøkið kring Toftagjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrrverandi Nykur. Hetta er saltfiskavirki, ið upprunaliga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969.

Aftrat nevndu vinnubygningur millum fyrrverandi Nyk og Toftagjógv, kemur so eisini smiðjan, sum SD Beding átti. Haldur Vang, timburmeistari, hevur í heyst keypt henda bygning til sítt timburvirksemi.

 

Nýggj vinna

Áhugin fyri at byggja upp vinnuvirksemi í Nes kommunu hevur verið so mikið stórur seinastu árini, at kommunan hevur planerað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar – ella við Rætt, tey rópa.

Á hesum øki hevur fyritøkan Sea Star longu bygt sín fyrra bygning av tveimum, sum stóð liðugur einaferð í fjør summar. Í hesum bygningi er framleiðsla av betong elementum, umframt at felagið eisini hevur bilaverkstað í einum parti av bygninginum. Sea Star stoypti fundamentir til tveir bygningar um nøkulunda somu tíð, og ætlanin hjá felagnum var alla tíðina, at seinni bygningurin, sum er beint norðanfyri hin fyrra, skuldi verða bilaverkstaður.

Nú eru teir so farnir at reisa tann bygningin eisini.

 

KBH byggir

Um dagarnar er eisini ein annar nýggjur bygningur reistur á økinum við Rætt, beint innanfyri gamla Turkihúsið í Oyrunum. Tað er KBH, sum byggir henda bygningin.

KBH er ein byggifyritøka, sum hevur bygt fleiri sethús og stovnar kring um í økinum.

Nú minni er at gera hjá fleiri timburmeistarum, hevur felagið gjørt av at fáa henda bygningin upp.

Hetta tykist vera skilagott, nú virksemið í løtuni er minni, enn tað hevur verið, og tað er hugaligt at síggja, at fólk hava mót um, at fíggjarkreppan, sum hevur herjað um stóran part av heiminum, hugsandi hasar av aftur, áðrenn langt um líður.

 

Eisini saltsøla

Ein fjórði bygningur, sum væntandi kemur upp á økinum við Rætt í næstum, verður MJ Saltsøla, sum hevur søkt Nes kommunu og hevur fingið økið til bygging.

Økið hjá Saltsøluni liggur vestanfyri bygningarnar hjá Sea Star og sambært borgarstjóranum í Nes kommunu, Símuni Johannesen, hevur felagið havt ætlanir um at sett spakan í til várs.

- Nú er ein tíð, síðan partarnir tosaðu saman, men vit hava skilt, at ætlanin var at fara í gongd til várs. Økið vestanfyri bygningarnar hjá Sea Star er nóg stórt til bygningin hjá Saltsøluni, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri.