Svínáir: Í vikuni vóru tvey nýggj stálannlegg løgd í við alistøðina hjá Vestlaks beint norðan fyri Svínáir. Talan er um betring av arbeiðsumstøðunum heldur enn útbygging, sigur Frímund Hansen, stjóri í Vestlaks.
Eitt norskt framaskip var á Eiði við útgerðini, sum varð flotað og sett saman inni í havnini á Eiði. Síðan sleipaði brunnbáturin Vestborg, sum Vestlaks eigur, útgerðina suður um Kross, har hon var løgd.
Frímund Hansen sigur, at tveir stórir plastringar, sum framman undan lógu á økinum, vórðu tiknir burtur, nú hesi nýggju búrini komu.
Talan er um tvey annleg á 24 ferðir 24 metrar, sum ætlað eru at hava smolt gangandi í. Smoltið kemur av smoltstøðini á Viðareiði og frá smoltstøðini Laksá í Oyndarfirði. Tað verður alt upp til eini 700 gram í Svínáum og fer síðan helst aftur í ringar á Fuglafirði og Oyndarfirði, sigur Frímund Hansen.
Hendan nýggja íløgan kostar einar seks milliónir krónur, sigur stjórin. Hann sigur, at tað hava verið gjørdar stórar íløgur seinnu tíðina, men at tær hava verið neyðugar, og at pláss hevur verið fyri teimum, sum hann tekur til.
Um marknaðarviðurskifti í løtuni sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks, at sílaprísurin sær út til at fara at lækka munandi. Í Japan vænta teir, at lækkingin fer at verða eini 20 prosent. Og tað er øgiliga nógv.
Vestlaks hevur nakað væl av sílum, so rímiligt fer tað at merkjast á úrslitinum, sigur stjórin. Men hann sigur, at tað fer kortini ikki at gera, at teir fara at gevast at ala síl.