ÍF-B68 1-2
Løgmanssteypið
Viljin at fáa fyrstu oyggjauppgerðina frá hondini var stórur. ÍF og B68 gjørdu heimadystin hjá fyrr nevnda felagnum burtur av sær sunnudagin, men tey spældu ikki í Fuglafirði.
Tá tað var komið fram ímóti dystartíð, var heimavøllurin hjá ÍF hvítur. Tí varð avgjørt at fara um Varmakeldueið og at spæla í Gøtu, har tað ikki var hvítt, tá dómarin bríkslaði fyrstu ferð. Men tað var skjótt, at umstøðurnar vórðu soleiðis, at tað gekk út yvir spælið.
B68 vann 2?1. Øll málini komu í 1. hálvleiki, og toftamenn høvdu skorað tvær ferðir, áðrenn heimaliðið svaraði aftur.
Tveir av trimum landsliðsmonnum hjá B68 skoraðu málini. Øssur Hansen setti hol á, eftir at hann hevði drigið úr høgru og inn á brotsteigarmarkið, og Fróði Benjaminsen økti, eftir at Marlon hevði spælt skrátt út frá baklinjuni í høgru.
ÍF málið kom eftir útspæl frá B68 málverjanum. Temjingin hjá Marloni miseydnaðist fullkomuliga, og Heini Heinason takkaði fyri, tá hann gjørdist leysur.
Fleiri nýggir
Hjá heimaliðnum var Rúni Joensen í málinum, inntil hann noyddist av vøllinum við brotnum beini. Tá fór miðvallarin Mortan Thomsen í málið at standa. í trímanna verjuni vóru Tomek, Torstein Joensen og Viggo Johannesen. Á miðvøllinum vóru Eyðolvur Petersen, Roy Róin, Mortan Thomsen og Høgni Zachariassen. Á toppinum vóru Høgni á Lakjuni, Heini Heinason og Eyðun Ryggshamar.
Bárður á Lakjuni, sum aftur hevur verið plágaður av skaða, kom inn, men noyddist av aftur vøllinum. Hanus Eliasen og Árni Petersen vórðu eisini skiftir inn.
Hjá B68 vóru ? sammett við í fjør ? fýra nýggj andlit at síggja: Hans Fróði Hansen, Arnold Joensen, John Heri Dam og Messias, sum var á Toftum í fyrraárið.
B68 liðið sá soleiðis út: Magnus Poulsen ? Marlon, Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, JohnHeri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Øssur Jacobsen. Í 2. hálvleiki komu Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen og Marcello inn. Jan Dam og Jákup Eli Olsen fara ivaleyst at vera við í kappingini um plássini. Teir hava báðir verið skaddir, men eru so smátt farnir undir aftur venjingina.