Countrysangarin Hallur Joensen er ein av virknastu live-tónleikarunum í Føroyum. Hann hevur nógvar framførslur til størri og smærri tiltøk, og eisini í koronutíðini hevur hann havt nógvar framførslur.
– Vit hava spælt nógv hetta seinasta árið. Nógvar mánaðir hava tað verið millum 25 og 30 framførslur, men tað mesta hevur verið til smærri tiltøk, veitslur, føðingardagar og annað, sigur Hallur Joensen við Sosialin.
– Minsta selskapið, vit hava spælt fyri hetta seinasta árið, var sjey fólk. Vit vóru tríggir tónleikarar, so tað var eitt sindur øðrvísi. Men tað er hugnaligt at fara út til fólk at spæla. Eitt er at spæla fyri túsund fólkum, nakað heilt annað er at spæla fyri sjey fólkum í einum privatum heimi, sigur hann.
Hallur Joensen heldur, at fólk eru spent at sleppa á konsertir aftur.
– Vit hava merkt stóran áhuga fyri teimum konsertunum, vit hava spælt seinastu tíðina, og tað er eisini hugaligt at síggja, at nýggj andlit eru millum áhoyrararnar. Møguliga eru tað fólk, sum í størri mun hava brúk fyri at sleppa út til mentanartiltøk eftir hesa koronutíðina, og tað er bara gott, sigur Hallur Joensen við Sosialin.