Forlagið Nýlendi gevur nú út myndabókina Tvey forlipt, samstundis sum svenska frumútgávan kemur út.
Tað er rithøvundurin Robert Alsterblad, ið hevur skriva søguna til tekningarnar hjá Rolf Lidberg. Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt.
Trøllaforelskilsi
Tvey forlipt er søgan um trølladrongin Gestur og trøllagentuna Gyðju, sum gerast so forlipt, at tey fáa ikki eyguni av hvørjum øðrum. Skjótt fara øll í Trølladali at stákast til brúdleypið hjá teimum báðum. Tað verður eitt minniligt brúdleyp, har bestu spælimenninir á leiðini eru við, og áðrenn langt um líður sæst, at búkurin hjá Gyðju veksur fyri hvønn dag, tí eitt lítið trøllabarn er á veg. Øll í Trølladali eru so sera spent, og ikki minst Sýra, Viól og Lítla-Sól spæla dúgliga við dukkur og venja seg til at kunna bjóða seg fram sum barnapíkur hjá tí lítla hjá Gyðju og Gesti. Nýggi trølladrongurin veksur skjótt og sleppur m.a. á flot við trøllapápanum...
Víðagitnar tekningar
Tekningar hjá Rolf Lidberg av svenskari náttúru eru viðgitnar og verða m.a. seldar í túsundatali sum postkort, serliga í Svøríki og Norra. Evnið í myndabókum hansara eru serliga vættrar, meinaleys trøll, blómur og dýr, sum liva av natúrini og í samljóði saman við henni. Sum ein reyður tráður gongur ígjøgnum allar myndirnar ein markleys virðing fyri øllum livandi.
Fyrru bøkurnar hjá Lidberg á føroyskum eru Huldubókin, Trølla-Fía sigur frá, Trøllabørnini fáa summarfrí og Trølladalur.
Myndabókin Tvey forlipt er innbundin við stívari permu við heilsíðumynd á aðru hvørjari síðu og tilsvarandi teksti á aðru hvørjari síðu.
Bókin er samprentað á svenskum og føroyskum í Belgia og sett hjá Cre8 í Klaksvík.