Nýggj bók um grindadráp

Í dag kemur nýggj bók út, sum lýsir føroyska grindadrápið úr einum søguligum og fólkalívsfrøðiligum sjónarhorni, eisini við atliti til føroyskan tjóðarsamleika

Nýggja bókin um føroyskt grindadráp er á enskum og hevur heitið »Pilot Whaling in the Faroe Islands. History. Ethnography. Symbols.

Bókin lýsir grindadrápið úr einum søguligum og etnologiskum sjónarhorni frá landnáminum til í dag. Hon byggir og bæði eldri og yngri heimildir.

Umframt søguligu og etnologisku lýsingarnar er eitt kapitul um, hvønn týdning grindadrápið hevur havt fyri føroyskan samleika og eitt kapitul um, hvørja fatan heimurin uttan fyri Føroyar hevur av grindadrápinum.

Tað er Jóan Pauli Joensen, professari og rektari á Fróðskaparsetrinum, ið hevur skrivaðbókina, sum hann hevur ognað minninum um faðir sín Petur Ola Joensen, sum andaðist í 1957.

Í bókini eru nógvar myndir bæði í svørtum og hvítum og í litum.

Bókin er nummar 51 í røðini Annales Societatis Scientiarum Færoensis, hon er 295 blaðsíður og er at fáa í bókabúðunum.kring landið

Tað er Forlagið Fróðskapur, Faroe University Press, sum gevur bókina út.