Nýggj bók við greiðum endamáli

- Eg vóni, at bókin Sóu Jesus eina fer at geva mongum eina endurnýggjaða sjón av Jesusi og eitt inniligari samfelag við Hann á vegnum heim í dýrdina, skrivar høvundin, Osvald Kjærbo í fororðinum til nýggjastu bók sína.

Nakað herfyri kom bókin Sóu Jesus eina út í bókabúðirnar. Hetta er bók, sum prædikumaðurin Osvald Kjærbo hevur skrivað.
Bókin er at meta sum ein andaktsbók við íalt 130 skriftbrotum, har endamálið er at vísa lesarunum á Jesus Kristus.
- Inniliga vón mín er tí eisini, at Heilagi Andin skal lata upp eygu tíni sum lesur, so tú sært Harran Jesus  og eina hann sum frelsara og hjálpara í øllum viðurskiftum  bæði andaligum og tímiligum, skrivar høvundin í fororðinum.
Henda bókin Sóu Jesus eina er eitt framhald av bókini Æviga fyriætlan Guds, sum kom út í fjør.
Osvald Kjærbo hevur verið íðin prædikumaður í meiri enn hálva øld, hóast hann hevði annað starv. Hann hevur ferðast nógv millum samkomur, og hevur haraftrat skrivað og týtt fitt av andaligum tilfari.