Fólk eru so ymisk er klaffabók, ið fagnar øllum børnum á ein stuttligan og inniligan hátt. Tú hevur kanska slætt, myrkt hár og brún eygu, og besti vinur tín er kanska krúllutur, ljóshærdur og bláoygdur. Og tú hevur kanska vinir, ið brúka brillur ella hava frøknur - ella bæði! Fólk eru so ymisk, øll eru vit ymisk í skapi og stødd, hava ymisk áhugamál og ítriv, men øll eru vit virðismikil.
Fólk eru so ymisk er av uppruna ensk bók. Bara í Onglandi er hon prentað 18 ferðir síðani hon kom út fyrstu ferð fyri 10 árum síðani. Nú hon kemur á føroyskum, er hon týdd til meiri enn 20 mál. Bókin er seld í meiri enn 250.000 eintøkum um allan heim.
Tað var Amnesty International Føroyadeild, ið á sinni heitti á Bókadeild Føroya Lærarafelags um at geva bókina út á føroyskum.
? Vit fegnast um útgávuna. Bókin kann vera ein liður í arbeiði okkara, kanska serliga millum børn, at læra tolsemi og virðing fyri hvør øðrum, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International.