Nýggj barnafløga

Bestu songrødd­ir­nar frá Nósa­barna­prixnum koma nú á gøtuna við fløgu­útgávu
fløguútgáva


Nú kunnu øll børn og tey vaksnu við, gleða seg, tí nú kemur nevniliga ein nýggj barnafløgu at standa á søluhillunum í handlum kring landið. Longu fríggja­dagin ber til at ogna sær fløg­una, sum stutt og greitt eitur Barnafløgan 2005
Tað eru børnini sum luttóku í finaluna Nosabarnaprix 2005 sum hava verið í upp­tøkustudio og sungið tey spild­ur nýggju føroysku barna­sangirnar sum eru á fløg­uni.
Tað sum er serstakt við hesi útgávu er, at løgini eru nýmótans pop og R&B tónleikur, tvs. at løgini ikki eru gjørd á sama hátt sum vit vanliga seta í samband við barnaløg. Hóast tað, so eru tektirnir kortini skrivaðir til børn. So tað ger, at hon er sera spennandi at lurta eftir.
Umframt lagið Eg eri Nósi er eisini eitt nýtt Nósa­lag við á fløguni, tað lagið ber heiti Her hjá tær. Tað er Laila Carlsen sum syngur hetta lagið. Eisini eru tvey karaokeløg við á fløguni.
Tað eru tilsamans (við karaokeløgunum) 10 løg á fløguni og sum áður nevnt er at fáa til keyps nú. Fríggjadagin fæst Barna­fløgan 2005 til keyps í 3´aranum í SMS, men longu týsdagin í næstu viku fæst hon eisini til keyps í sølu­búðum kring landið. Fløgan kostar kr. kr.129,-