Nýggj café við Saltangará

Við Café Blikk fær triðstørsta plássið í landinum nú sína egnu café

Handilslív

Mánadagin klokkan 11 letur nýggja staðið upp, men longu seinnapartin sunnudagin klokkan 15 ber til at støkka inn á gólvið, tí tá verður almenn móttøka, har millum annað Heri Joensen úr Týr fer at hugna um við klassiskum gittarspæli.
Christian Høgni Jacobsen, Brynjolvur Nielsen, Tummas Petur Thomassen og Kári Streymoy eiga og reka caféina, ið heldur til í tí nú umbygda og víðkaða húsinum, har blikksmiðjan hjá Bjarna Hansen og seinni eisini blómu- og gávuhandil var í mong ár. Harav navnið Blikk Café.
Nýggju eigararnir hava gjørt sjálvt húsið liðugt, men annars umbygt og bygt víðari á tað, sum var frammanundan, so størri og meira rúmsátt er. Nú alt er liðugt, hevur nýggja caféin útivið tvær góðar hæddir at ráða yvir, umframt at eitt lítið loft eisini er.
Tilsamans átta fólk fara at starvast í Blikk Café, har Jona Michaelsen verður dagligur leiðari.