BYRTA er nýggj popp duo mannað av songkvinnuni Guðrið Handóttir og tónleikaranum Janus Rasmussen, sum er best kendur úr íslendska bólkinum Bloodgroup.
Guðrið og Janus byrjaðu at arbeiða saman í fjør, tá bæði tvey vóru búsitandi í Reykjavík.
Tað byrjaði við at Guðrið hevði skrivað nøkur føroysk poppløg, sum kanska ikki høskaðu seg so væl til hennara vanliga tónleikastíl. Síðan spældi hon løgini fyri Janusi, sum síðan framleiddi og legði løgini til rættis.
Tey vóru so mikið væl nøgd við úrslitið, at tey avgjørdu at gera eina heila fløgu saman. Løgini eru øll á føroyskum og tónleikurin er elektroniksur poppur við íblásti frá 80 ´ara tónleiki og skandinaviskum elektro poppi.
BYRTA fer at hava fleiri konsertir í Føroyum í summar og fyrsta stakfløgan av komandi fløguni er Loyndarmál ,sum kann hoyrast á leinkjuni :