Nýggj fólk í Jarðarráðið

Nú tíðin hjá sitandi Jarðarráð er úti, hevur landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Finnbogi Arge, valt nýtt Jarðarráð. Lógin um landsjørð var fyrr í ár broytt, soleiðis at Jarðarráðið skal vera mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild.

Limirnir í Føroya Jarðarráð eru nú:


Birita Petersen, løgfrøðingur, Tórshavn

Elisabeth Eldevig, búskaparfrøðingur, Fuglafirði

Ottar Hentze, bóndi, Sandi

Jákup Petersen, bóndi, Viðareiði (afturvaldur)

David Hansen, bókhaldari, Kvívík (afturvaldur)


Sum varalimir eru vald:

Annfinn Brekkstein, fíggjarkønur, Velbastað

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, Tórshavn

Rólvur Djurhuus, bóndi, Kollafirði

Gunnvør Dam Jensen, bóndi, Kollafirði

Anna Rubeksen, bóndi, Velbastað