Nýggj føroysk vinnuskrá ávegis

Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina spildurnýggja føroyska vinnuskrá, har øll føroysk parta- og smápartafeløg hava høvi at sýna fram sínar vørur og tænastur

Vinnuportalurin Business-line, www.bl.fo verður í løtuni endurnýggjaður og kemur helst seinnapartin í dag út í nýggjari og broyttari útgávu.

- Business-line hevur sum kjarnutænastu at verða ein sterkur og álítandi veitari av roknskapartølum og –greiningum av ymiskum slagi, sigur Finnur Sivertsen, stjóri á Business Line.

- Stóra broytingin í hesi útgávuni í mun til aðrar er tann, at vit nú uppraðfesta okkara vinnuskrá og gera hana almenna. Sostatt sleppa øll nú inn í henda partin í skipanini, sigur Finnur Sivertsen.

Skalt tú hava atgongd til roknskapirnar er tó neyðugt at rita inn í skipanina, men tú fært allar aðrar upplýsingar um feløg uttan at rita inn.


Áhugavert marknaðarpláss

Tey á Business-line hava lagd stóran dent á, at feløgini við eini virkislýsing fáa góðan møguleika at sýna fram sínar vørur og tænastur, og at hesar verða lættar at finna hjá brúkarum. Feløgini skriva sjálvi sína virkislýsing, sum so verður løgd inn á síðuna saman við upplýsingunum um virkið.

- Á henda hátt skapa vit eitt áhugavert marknaðarpláss, har seljari og keypari hittast, sigur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur og stjóri á Business-Line.

Í komandi bløðum fara vit at hyggja nærri uppá nýggju skipanina hjá Business-line.