Nýggj ferðaætlan

Nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraakipum Landsins er komin. Størsta broytingin í mun til gomlu ætlanina er, at flogrutan stendur fyri seg


 

Ferðaætlan


Nýggj ferðaætlan, sum er galdandi frá 1. november 2000 til 31. oktober 2001, er komin.

Nýggja ferðaætlanin líkist rættiliga nógv teimum undanfarnu. Størsta broytingin er, at flogrutan er fyri seg, og at permuliturin hesaferð er grønur.

Flogrutan millum Farstøðina á Bursatanga og flogvøllin í Vágum hevur í nýggju ferðaætlanini fingið egið plás á síðu 22. Eitt annað, sum nýtt er í hesum sambandi, er at í nýggju ferðaætlanini eru frámerki, sum vísa, hvat flogfar tað er, rutan koyrir í samband við. Aftast á síðuni eru ávikavist búmerkini hjá Atlantsflog og Maersk Air, sum vísa flogsambandið.

Í aðrar mátar eru ikki tær stóru broytingarnar at síggja soleiðis í fyrsta eygnakasti. Smyril fer til Vágs eina ferð um vikuna, og Tróndur gamli er ikki so at sleppa av við. Hann siglir enn sum áður um Skopunarfjørð og út í Hest.

Men bussarnir koyra framvegis, sambært ferðaætlanini hjá Strandfarskipum Landsins, úr Skálabotni. Tað skal, eftir hvat staðkend fólk og gomul landalæra siga, verða Skálafirði.