Nýggj ferðavinnudeild stovnað

Uttanríkisráðið hevur til tess at raðfesta ferðavinnu valt at seta á stovn deild, ið burturav skal arbeiða til frama fyri ferðavinnuna Deildin hevur fingið navnið Deildin fyri ferðavinnu, og í altjóða høpi VisitFaroeIslands.

Uttanríkisráðið sigur, at høvuðsuppgávan hjá deildini verður at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðaland í tøttum samstarvi við nýstovnaða ferðavinnufelagið og vinnuna annars.

Nýggja deildin er farin til verka at fáa til vega hagtøl um ferðavinnuna sum vinnugrein og at gera eina virksemisætlan fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál. Ætlanin fer at gerast grundarlag undir arbeiðinum og raðfestingunum hjá Deildini fyri ferðavinnu tað sum eftir er av 2009 og í 2010.

Stjóri á nýggju ferðavinnudeildini er Súsanna Sørensen.

-Ferðavinnan er heimsins størsta vinna. Vit hava eitt vakurt land og áhugavert mentanarlív. Nú skal eitt miðvíst arbeiði gerast at marknaðarføra og menna føroysku ferðavinnuna. Tí er at fegnast um, at Deildin fyri ferðavinnu arbeiðir tætt saman við Ferðavinnufelagnum og øðrum um at gera eina slíka ætlan fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðalan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.