Nýggj fløga: Anno anno 2002

Nýggj fløga kemur út í dag. Tað eru Knút H. Nielsen og Jonhild A. Nielsen, ið eru høvuðsnøvnini í bólkinum Anno. Talan er um sermerktan føroyskan pop. Og Knúti líkt, so tykist tónleikurin ankraður í føroyskan botn og føroysk kvæði

Í dag kemur nýggj fløga á marknaðin. Seinnu árini eru flest allar útgávur komnar úr norðara endanum av landinum ella úr miðstaðarøkinum. Men nú hoyrist ljóð sunnaneftir.
Knút Hentze Nielsen gav í 1999 fløgu út undir heitinum Anno. Hendan var instrumental, men t.d. heitislagið Álvadansur, náddi væl fram.
Og tað er Knút, ið er høvuðsnavn. Jonhild eigur røddir og eisini orð. Knút eigur tónleikin og orð og hevur annars staðið fyri meginpartinum av framleiðsluni.
Knút og Jonhild vóru eisini partur av tiltikna suðuroyarbólkinum Júmen, sum eisini fekk tað eyðkenni fest á seg, at sermerkti tónleikurin leiddi aftur í forna sang- og kvæðamentan.
At siga, at tey sostatt vóru fyrst við nú so væl dámdu kvæðarockbylgjuni, er kanska ikki rætt. Men tey hava so lagt lunnar, saman við øðrum, ið gingu undan.
Innan føroyskan tónleik eru tey ikki ársungar. Síðani áttatiárini hava tey verið virkin. Fyrst í bólkinum Section og síðani í so mongum øðrum bólkum. Nevnast kunnu t.d. Mol-Dur, Júmen, Hvarv og Blanding.
Mín Verð
Nýggja fløgan ber heitið Mín verð. Mótvegis fløguni frá 1999, Álvadansur, so her nú talan um bæði orð og tónleik. Og tað er sjálvsagt ein styrki, skal ein hugsa um lurtarafjøldina.
Sum heild er talan um vælljómandi tónleik, ið flýtur millum pop og rock. Hóast føroysku røturnar í tónleikinum, so eru spírarnir lættir og nútímans.
Løgini eru løtt og falla væl í oyruni, hóast stílurin ikki er at fara skeivur av. Komponisturin hevur egnan stíl, ið ikki altíð heldur somu leið, sum lurtarin væntar. Men tað er helst meira ein dygd, enn nakað annað, tí hóast sereyðkennini, so dettur neyvan nakar lurtari av á vegnum orsakað av hesum.
Samstundis, sum føroyski botnurin heldur fast, so ger valið av ljóðførum, at umframt pop og rock, so hevur hugurin hug at horva til klassiskt í rockbúna.
Nóg Nógv er helst eitt lag, ið kann gera seg galdandi, saman við Tú Mín verð. Ilt er annars at taka dagar ímillum, tí løgini eru dygdargóð, hóast ymisk. Her verður tað óivað upp til hin einstaka at gera av.
Dygd í tekstunum
Samstundis, sum løgini falla væl, so er tað eisini, sum hava tey hug at halda lurtaran vaknan. Einki er sjálvsagt.
Trý instrumental løg eru. Men annars eru orð komin afturat, mótvegis fyrru fløguni hjá Anno.
Og tað er kanska serliga her, tey sum hava hug at granska og hugsa, fáa nakað at tríva í.
Tikið verður ofta til, at møðsamt er við endaleysu variatiónunum av "eg elski teg - tú elskar meg".
Soleiðis sæð kann staðfestast, at fleiri og fleiri gera upp við hesa leið. Og so er eisini við tekstunum á nýggju fløguni hjá Anno.
Her er dygd í, væl er yrkt og grundan og umhugsni leggur góðan botn í. Fyri tað mesta er talan um djúphugsni og spurningar. Men eisini yndisligar yrkingar um kærleika og sambond. T.d. vakra vøguvísan Sig Góða nátt.
Sermerkt
Á fyrru fløguni hevði Knút mynd av soninum Finni, ið tá var lítil. Síðani tá er økt um mannaættina. Hesaferð er næsti sonur, Jóhan, á fløguni. Hetta er stuttligur eginleiki og tað, ið onnur nevna kuriosum - ein góð ella skemtilig søga, ið ein kann greiða frá.
Tónasmiðurin er sera virkin. Annað stuttligt at viðmerkja, og av áhuga hjá summum, er, at eitt nummar er sett við hvørt lag/verk. Hetta sigur frá, hvat nummar kompositiónin er í røðini av avrikum tónasmiðsins.
Ein fløga, ið er til gaman og álvara, har ein kemur úr dansi og stevi til flótandi tónafloym, ið tekur hugin út á hav, har tankar fáa flog. Hetta er Anno anno 2002.
Tey, ið taka lut á fløguni eru Jonhild Andreasen Nielsen, ið syngur, Knút Hentze Nielsen, ið leikar ljómborð og tekur sær av tøkni, Hjalmar Magnusen syngur og spælur guitar, Trúgvi Strøm leikar guitar og Árni Joensen hevur fingist við tøkni, leikt guitar og forritað.
Upptøkur eru farnar fram í Mol-Dur Studio, Knút og Árni hava ljóðblandað. Árni mastraði. Martin Hentze rættlas og Niels Arge Galán og Uni Árting gjørdu húsan.
Tutl gevur út og fløgan fæst kring landið í dag.