Páll Finnur Páll hava áður givið út tríggjar fløgur, umframt eina fløguboks við øllum trimum fløgunum og einari live-fløgu.
Nú gongur provokerandi bólkurin nýggjar leiðir, og í næstum verða øðrvísi tónar at hoyra frá bólkinum.
Oddamenninir, Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen hava áður sagt, at løgini hesaferð verða nakað øðrvísi enn tað, sum áður er komið frá bólkinum.
Hesaferð verður ikki sungið um pedofilar, bøssar ella misbrúkt børn – nú fara vit at hoyra um kenslur og hugleiðingar hjá skribentunum í bólkinum, nevniliga Finni Jensen og Páll Oddi Rubeksen.