Nýggj fløga heiðrar Knút Olsen

Á nýggju fløguni eru bestu kórsangirnir hjá tónaskaldinum, og her verða teir sungnir av okkara bestu kórum, Tarira og Mpiri til heiðurs fyri Knúti Olsen. Mai-Mynd er nýggj fløga við løgum eftir tónasmiðin Knút Olsen, sum fyllir 65 ár í morgin. Løgini á fløguni er úrval av løgum, sum føðingardagsbarnið hevur latið úr hondum seinastu 40 árini. Okkurt av løgunum er innspælt á fløgu áður.

Knút Olsen er føddur í Sandavági í 1945. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og við Tórshavnar kommunuskúla.

Øll árini hevur hann fingist nógv við tónleik og er framvegis virkin, bæði sum tónasmiður og tónleikari.

Meðan Jógvan Waagstein og Hans Jacob Højgaard áttu mesta partin av føroysku løgunum, sum vóru skrivað í fyrra helmingi av 20. øld, eigur Knút bróðurpartin av tí, sum er skrivað seinastu 30-40 árini.

Tí kunnu vit siga, at Knút í tónleikasøguligum høpi hevur útfylt eitt tónleikaligt tómrúm, sum var í føroyskum sangi frá miðskeiðis i sjeytiárunum.

Sjálvt um stílurin hjá honum er siðbundin, og fyrimyndinar uttan iva eru at finna í skandinaviskari, serliga danskari, lagaskriving, hevur tónasmiðurin við góðum hegni og handverki skapað sín heilt egna stíl. Ein stíl, sum hann varðveitir í nærum øllum sínum løgum.

Umframt at skriva løg til meira verðsligar tekstir hevur Knút eisini skrivað hópin av sálmaløgum, harav fleiri av teimum eru vorðin fastur partur av føroyskum sálmasangi.

Knút hevur eisini skrivað nógv løg til barnasangir.

Á nýggju fløguni eru bestu kórsangirnir hjá tónaskaldinum, og her verða teir sungnir av okkara bestu kórum, Tarira og Mpiri.