Òlavur Højgaard verður gestur á Rás2 millum kl. 11 og 12 í morgun Nýggj fløga er komin á marknaðin, sum nevnist ?Oliver - When I´m Dreaming?. Talan er um Òlav Højgaard, sum hevur fingið sær enska listanavnið ?Oliver?. Talan er um fleiri sangperlur, bæði nýggjar og eisini eldri, sum eru fluttar yvir í enskt mál. Aftaná tíðindini á Rás2, sum koma kl. 11 í morgun verður Ólavur Højgaard gestur í Rásarúminum hjá Rás2. Nógvir sangir úr nýggju fløguni verða spældir, og Ólavur Højgaard fer at greiða frá hesi serligu fløguverkætlanini, sum øll er á enskum máli. Rás2 fer eisini í samstarvi við Ólav at burturluta nakrar fløgur í sendingini.