Eg eri HB-fan« hoyrast soleiðis á leið helvtin av havnarfólki í hesum døgum ganga og murra, og nú hava hesi so eisini fingið sína egnu heimasíðu.
Mítt Havnarlið er nevnliga ein nýggj fjepparasíða, sum júst hevur sæð dagsins ljós, og er tað fyrst og fremst ? ella skuldu vit sagt bara ? HB, sum er á skránni í hesari.
Enn er tó ikki tað heilt stóra, sum er komið upp á innihaldið á síðuni, men eitt kjak-forum er so til teirra, sum vilja sleppa sær av við eitt sindur av luft. Slík kjakforum hava annars verið roynd á flestu síðunum, men tær almennu hava tó mest sum allar stongt fyri hesum aftur, tí óhøvisku viðmerkingarnar gjørdust ov nógvar í tali.
Í so máta hava óalmennu síðurnar ikki heilt sama trupulleikan, og so fæst at síggja, hvørt kjakið á hesari fer at verða eins nógv nýtt, sum tað var á almennu HB-síðuni.
Leinkjan til nýggju síðuna er, www.hb1904.tk.