Nýggj hondbóltsnevnd

Við nevndarvali sum einasta mál á skránni, setti HSF á øðrum sinni aðalfundin um vikuskiftið

Hondbóltur

Tá Hondbóltssambandið fyri tveimum vikum síðani helt aðalfund, varð hesin slitin, uttan at øll mál vóru avgreidd. Orsøkin til hetta var, at tað ikki hevði verið gjørligt at manna nevndina hjá sersambandinum, og tá mest sum allir nevndarlimirnir høvdu boðað frá, at teir ikki orkaðu meira, so mátti nýggjur aðalfundur ásetast.

Heilt uttan vón var tað tó ikki, at hetta varð gjørt. Greiðar ábendingar vóru um, at nakri persónar vóru, sum kundu fáa í nýggju nevndina, og leygardagin varð tíbetur eisini staðfest, at so var.
Rógvi Nielsen úr Havn var partur av fráfarandi nevndini, og hóast tað ikki var ætlan hansara, so tók hann við afturvalið eitt skeið afturat um vikuskiftið.
Afturat honum eru so komnir ein strandingur og tveir vestmenningar. Strandingurin er Evind Jacobsen, og teir báðir vestmenningarnir eru Áki Johansen og Niels Tnomas Petersen.
Við nevndarvalinum verður bert avgjørt, hvussu nevndin verður mannað. Nevndin skipar seg sjálva, og væntandi verður hetta gjørt í næstum.
Í øllum førum er greitt, at tað helst verður beinan vegin, at nýggja nevndin skal til arbeiðis. Tað hevur leingi verið ein óavkláraður spurningur, hvussu framtíðin hjá føroyskum landsliðshondbólti skal síggja út. Hóast tað ikki hevur verið sagt alt ov hart, so tykist tað nú greitt, at hetta var nakað, sum fráfarandi nevndin av givnum orsøkum vildi sleppa undan at taka støðu til, og í øllum førum gevur tað nýggju nevndini møguleika at seta sínu egnu leið úr í kortið.
Tað skal tó ganga skjótt fyri, sum skilst. Longu triðja juni er seinasta freist fyri tilmeldan til komandi HM-undankappingina í manshondbólti, og til ta tíð skal spurningurin um manslandsliðið í øllum førum vera avgreiddur. Enn er støða so ikki tikin um hini landsliðini, bæði fíggjar- og skipanarliga eru hetta spurningar, sum eru nær tengdir at hvørjum øðrum.
Tað kann í hesum sambandi eisini leggjast afturat, at landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, nýtti leygardagin til at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær menningina av føroyskum hondbólti komandi árini. Ein sokallað visión 2010 varð løgd fyri aðalfundin, og partar av hesi verða so eisini millum evnini, sum nýggja nevndin skal taka støðu til komandi tíðina.