Nýggj inngongd til Havnar

Arbeiðið við at gera tann nýggja innkomuvegin gongur væl. Enn er trupult at siga, nær tað verður liðugt.

-At verða ein avlasting fyri Hvítanesvegin.
Tað er í øllum førum ætlanin við hesum nýggja innkomuvegnum til Havnar, sum arbeitt verður uppá í løtuni.
Arbeiðið gongur væl, men enn ber illa til at siga við vissu um, nær tað verður liðugt, skrivar heimasíðan hjá Landsverki.
- Tað veldst alt um tær játtanir, sum verða á komandi fíggjarlógum, verður sagt.
Kostnaðurin av arbeiðinum er mettur til 84 mió. kr. Tað er samtakið Tórhallur Hansen og Zacharias Jakobsen, ið standa fyri arbeiðinum.

Nógv ferðslan
Tað man vera uppá hægstu tíð, at ein nú er farin undir at lætta um innkoyringina til Havnar.
Ein teljing av ferðsluni, sum varð gjørd í 2003 vísir, at nærum 8000 bilar koyra eftir hesum vegastrekkinum um dagin. Og neyvan er talið av bilum minkað síðani tá.
Júst fyri at avlasta verandi innkomuveg ? Hvítanesvegin - er ein tí farin undir at leggja henda nýggja innkomuvegin til Havnar. Hesin verður gjørdur frá landsvegnum undir Skarðshjalla, millum Hvítanes og Sund, har hann síðani gongur vestur til Oyggjarvegin.
Og arbeiðið hevur gingið væl. Fyrr í hesum mánaðinum høvdu teir gjørt um 650 metrar av grovplaneraðum vegi frá staðnum, har randarhúsini Millum Gilja eru, og vestur ímóti Sundsvegnum, og hetta arbeiði heldur áfram.
Ætlanin var, at vegurin skuldi ganga norður á Skarðshjalla og síðani fara í vegin, sum gongur inn í Kaldbaksbotn. Men henda ætlan verður helst broytt soleiðis, at vegurin verður lagdur oman móti Klingruni og síðani norðureftir. Her verður hann bundin í vegin inn móti Kaldbaksbotni, áleiðis har bindingin inn á ídnaðarøkið á Sandvíkarhjalla er.
Samlaða projektið fyri vegin, frá bindingini inn á ídnaðarøki á Sandvíkarhjalla og vestur til bindingina við Oyggjarvegin, er um at vera liðugt.
Upplýst verður, at annar partur av 1. byggistigi verður liðugur í ár. Men sum nevnt veldst alt um játtanirnar á fíggjarlógini, nær tað endaliga arbeiðið verður liðugt.