Tá U21-landsliðið í annaðkvøld klokkan 19 fer á vøllin í Gundadali ímóti Rumenia, er tað fyrsti dysturin í einari nýggjari EM-undankapping, har Føroyar eru í bólki saman við Russlandi, Rumenia, Moldova, Lettlandi og Andorra.
Tveir dystir eru longu spældir í okkara bólki, sum er mannaður við fleiri sterkum londum, og í báðum tveimum spældi Andorra á útivølli og tapti ímóti tveimum av bólkafavorittunum. Fyrst 2-0 ímóti Rumenia og síðani 4-0 ímóti Russlandi, sum føroyska U21-landsliðið spælir heimadyst ímóti týskvøldið.
Føroysku vónirnar um gott úrslit í hesi nýggju undankappingini venda sær óivað fyrst og fremst ímóti Andorra, sum til lutakastið var í sama styrkibólki sum føroyska liðið.
Í síðstu EM-undankappingini, sum endaði tíðliga í fjørheyst, fekk okkara U21-landslið fýra stig, sum komu til høldar við 1-0 sigri á heimavølli og 2-2 javnleiki á útivølli ímóti Azerbaijan, sum endaði aftan fyri Føroyar í bólkinum.
Endaspælið í hesi EM-kappingini verður í Danmark í 2011.