Nýggj krøv skulu bjarga mannalívum í ferðsluni

Øll, sum taka koyrikort, skulu nú eisini hava skeið í fyrstuhjálp.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Hanus Samró, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin um hann heldur, at tað er rímiligt, at gera tað dýrari at taka koyrikort, tí oftast er talan um ungfólk.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur leingi verið eitt ynski frá koyrilærarum, politikarum, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Reyðakrossi, at fyrstahjálp verður ein partur av frálæruni í sambandi við koyrikort.

Talan er ikki um eitt vanligt fyrstuhjálparskeið, men um eitt serligt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni, sigur Kári P. Højgaard.

Endamálið er at geva teimum, sum taka koyrikort, vitan, dugnaskap og hugburð, sum ger tey før fyri at veita fyrstuhjálp í ferðsluvanlukkum.

- Frálæran skal leggja dent á, hvussu ein eigur at bera seg at á einum skaðastaði, og dømi, sum verða brúkt á skeiðum, skulu vera bygd á vanlig sløg av vanlukkum og skaðum.

- Av tí at skeiðið í fyrstuhjálp beinleiðis knýtir seg at koyrikortinum, skal skeiðið ikki verða tikið ov langa tíð, áðrenn farið verður undir at taka koyrikort fyri at fáa sum mest burturúr.

- Tað er tí ikki heppið at leggja skeiðið saman við undirvísing í fólkaskúlanum, sigur hann.

Kári P. Højgaard staðfestir, at 67% av teimum, sum láta lív í ferðsluvanlukkum, doyggja á vanlukkustaðnum.

- Tann hjálp, sum fólk á staðnum veita, kann tí beinleiðis bjarga mannalívum og bøta um tær avleiðingar, ið annars kunnu standast av tí skaða, fólk hava fingið.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at í Danmark kostar eitt slíkt skeið 750 krónur, men tað heldur hann, er ein góð íløga.