KT-vinna
Ein nýggj KT-fyritøka hevur latið skrivstovu upp í Saltangará. Tað er Kári Sigvardsen, sum er stovnari av fyritøkuni, ið hevur fingið navnið, 7bit.
- Okkara heimstaður er í Runavíkar kommunu, men vit veita KT-tænastur um alt landið.
Stovnarin sigur, at flestu tænastur, sum felagið veitir, eru málrættaðar vinnuni, feløgum og stovnum.
- Men vit hjálpa eisini privatfólki við umvælingum, vegleiðing og keypi.
Kári sigur, at starvsfólkini hjá 7bit hava útbúgving og royndir innan KT og televinnuna.
- Røtt og álítandi ráðgeving vantar mangan í hesi enn nýggju og lítið siðbundnu, men støðugt mennandi vinnu. Okkara mál er at vera hin álítandi og skilagóði KT-samstarvsfelagin, sigur Kári.
Stovnarin sigur, at 7bit leggur dent á at røkka øllum uppgávum innan teirra kjarnutænastu til fulnar.
- Vit vilja fegnir samstarva við aðrar veitarar um tað, sum liggur uttanfyri okkara kjarnutænastu, sigur Kári Sigvardsen.
Skrivstovan hjá 7bit er á Heiðavegi 32 í Saltangará, nevniliga í ovaru hæddini í bygninginum hjá El-tænastuni.
7bit hevur heimasíðu, sum kann lesast á www.7bit.fo