Nú tað stundar til jóla er Okkara komin við eini serstakari serøl við íblástri úr gomlu munkaølini.
– Ein øl, sum hóskar sera væl til jólaborðið, sigur Petur Petersen, stjóri í Okkara. Nýggja ølin kallast No. 6 – Okkara Brandan:
– Tað serstaka við hesari ølini er, at hon hevur ligið í rommtunnum í 9 mánaðar; nakað, sum gevur henni ein serstakan smakk av rommi og træi, greiðir Petur frá.Hóast ølin er gjørd við íblástri úr belgiskari munkaøl, so er No. 6 eisini serstøk føroysk.
– Vit nýta poknugrót úr føroysku náttúruni. Tað verður karamelliserað í urtum og lagrað saman við ølini, og hetta gevur karamellsmakk og mineralir til ølina.
No. 6 er ein sterk serøl við 11,5%, og sterkar ølir skulu helst njótast við 8-10 hitastigum heldur enn kaldar.
– Serølin hóskar seg serliga væl til ræst kjøt og ost, og tí er No. 6 eitt gott boð til matin nú á jólum, sigur Petur og leggur skemtandi afturat, at hon eisini hóskar seg væl undir jólatrænum.

Nýggj øl frá Okkara

