Nýggj lóg gevur Berlusconi imunitet

Italska stjórnin er á veg at samtykkja eina lóg, sum gevur forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, imunitet beint undan sex sakarmálinum móti honum. Tað eru bert fáir dagar síðani, at ákærumyndugleikin kunngjørdi, at hann fer at reisa ákæru móti forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, í einum máli, har hann skal hava goldið einari 17 ára gamlari marokkanskari gentu pengar fyri sex.

Men stendur tað til stjórnina í Rom, verður einki sakarmál. Hon er nevniliga á veg við einari broyting í italsku juridisku skipanini. Broytingin skal geva øllum tingfólkum fullan imunitet, og tað fer at verða galdandi fyri Berlusconi eisini, tá hann er tinglimur.

- Stjórnin stuðlar einmælt einari frágreiðing frá løgmálaráðharranum, Angelino Alfano, um eina samfelagsliga endurnýggjan at rættarligu skiipanini, sigur stjórnin í einari fráboðan.