Nýggj lestrabók við prestum úr Norðoyggjum

Í lestrabókini, sum kallast »Teg um tala og æra«, eru prædikur hjá prestum, sum hava verið í starvi í Norðoyggjum seinastu fimmti árini

Mikudagin kom ein nýggj lestarbók út. Tað er ein bók, sum Róland Waag Høgnesen, sáli, hevur lagt til rættis.
Bókin varð løgd fram á eini samkomu í Býráðshøllini í Klaksvík, har fitt av fólki var samankomið. Hátíðardámurin fornoktaði seg ikki, og millum gestirnar vóru bæði prestar, vinnulívsmenn, politikarar og onnur.
Róland Waag Høgnesen, sum var útiseti stóran part av ævi síni, fekk hugskotið til nýggju lestrabókina fyri nøkrum árum síðani.
Í formælinum greiðir hann frá, at hann vaknaði úr dreymi, meðan hann var staddur á Norðskála. Hann hevði droymt, at hann var komin væl ávegis við eini lestrabók.
Hann skúgvaði í fyrstu syftu tankan frá sær, men hann vitjaði javnan aftur. Tað endaði tí við, at tankin varð gjørdur til veruleika.

Prestar úr Norðoyggjum
Í lestrabókini, sum kallast »Teg um tala og æra«, eru prædikur hjá prestum, sum hava verið í starvi í Norðoyggjum seinastu fimmti árini. Lestrarnir eru til fyrra tekstarað.
Róland Waag Høgnesen savnaði allar hesar lestrar, og tær prædikur, sum vóru hildnar á donskum, týddi hann til føroyskt.
Hóast hann gjørdist liðugur við handritið, upplivdi Róland ikki útgávudagin, tí í summar doyði hann brádliga. Tá høvdu hann og bróðursonurin, Ólavur Waag Høgnesen, tosað um at fáa bókina út, og Ólavur hevði tikið á seg at fáa bókina til prentingar.
Ólavur hevur síðani ? saman við fyritøkuni cre8 í Klaksvík ? greitt bókina til prentingar, og mikudagin kom bókin so út. Á føðingardegnum hjá Rólandi.

Gloymdi ikki upprunan
Á samkomuni í Býráðshøllini mikudagin hugleiddi Ólavur Waag Høgnesen um pápabeiggja sín og um arbeiðið við bókini. Jákup Reinert Hansen segði frá einum parti av søgunum um lestur, sum er serstøk í Føroyum, og nakrir sálmar vórðu sungnir.
Fyrstu eintøkini av bókini vórðu handað teimum trimum døtrunum hjá Rólandi Waag Høgnesen, sum eisini vóru til staðar. Tvær teirra búgva niðri, meðan tann triðja býr í Føroyum.
Abbasonurin Róland Waag Dam takkaði at enda vegna familjuna, og hann helt, at lestrabókin sýndi, at abbi hansara hevði ikki gloymt uppruna sín, hóast hann búði uttanlands stóran part av lívinum.
Nýggja lestrabókin fæst nú til keyps kring landið.