Nýggj matarskipan við Løkin

Næmingarnir í Skúlanum við Løkin royna í hesum døgum eina nýggja matarskipan, har tey fáa mat til keyps í døgurðatímanum.

Mánadagar og mikudagar kunnu næmingarnir velja millum tvær ymiskar tvíflísar og pastasalatir. Fríggjadagar eru trý ymisk sløg av súpan á skránni. Allur maturin er gjørdur úr heilsugóðum rávørum.

Skipanin varð fyri fyrstu ferð roynd í morgun, og nýttu eini 150 næmingar høvið at keypa sær mat tá.

- Henda skipan er komin í lag í samstarvi millum Runavíkar kommunu, Skúlan við Løkin, Sjókaféina og P/F Poul Michelsen, og royndin varir í fyrsta lagi til jólar.

Tað skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.