Talv
Eitt av evnunum á skránni var nevndarvalið. Fyri vali stóðu Herluf Hansen, sum hevur verið skrivari seinastu 4 árini og Jóannes Guttesen, sum hevur verið formaður 3 tey seinastu árini og undan tí kassameistari í 1 ár. Hesir fóru frá eftir egnum vali og fyri teir vórðu valdir Olaf Berg og Arnbjørn Ó. Dalsgaard. Núverandi nevnd er sostatt mannað soleiðis: Olaf Berg, Arnbjørn Ó. Dalsgaard, Jóhan Gaard, Frants J. Eliassen og Ronny í Lon. Tiltakslimur er Herluf Hansen. Nevndin skipar seg sjálv.
Nøkur tiltøk verða á skránni í næstum og fer felagið at skipa fyri 80-ára jubilæumskapping leygardagin tann 25/10-2003. Kappingin verður skipað sum liðkapping millum tey ymisku feløgini í Føroyum. Sama kvøld verður veitsla - um undirtøkan er nóg stór.
Barnatelvingin byrjar aftur og verður telvað hvønn mikudag. Børn upp til 4. flokk telva frá kl. 16.00 til 18.00 og børn í 5. flokki og eldri frá kl.
18.00 til 20.00.