Nýggj Páll Finnur Páll løg á alnetinum

Fyribils liggur arbeiðið við triðju fløguni hjá Páll Finnur Páll stilt, men nú hevur bólkurin lagt eina smakksroynd út á myspace síðu sína.

Talan er um tvey nýggj demoløg. Tey eru tikin upp í einum heimastudio í kjallaranum hjá einum av limunum. Tey eru als ikki endaliga liðug enn, men bólkurin hevur valt at leggja tey út á síðuna alíkavæl, fyri at fólk kann fáa eina hóming av, hvørja leið nýggja fløgan ferð. Tey bæði løgini eru Viðurkenning og Kommunumaðurin. Tvey løg, ið á nógvan hátt eru typisk fyri Páll Finnur Páll. Har er eitt fangandi kærleikslag frá Finni Jensen og eitt sindur av skeivari sosial realismu frá Páll Oddi Rubeksen. Hetta lagið er ein lýsing av lívinum sum kommunumaður í Havn, sum eingin, sambært bólkinum, vil kennast við.

Løgini eru at hoyra á: www.myspace.com/pallfinnurpall