Í seinastu útgávuni av FSF-tíðindum verður staðfest, hvørji roknskaparkrøv føroysk fótbóltsfeløg framyvir skulu lúka. Hetta sum partur av teimum krøvum, ið nú verða sett av UEFA.
Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni, eins og nýggju treytirnar skulu tryggja javnbjóðis kapping millum feløgini.
At byrja við verður kravt, at feløg skulu lata inn roknskapir, sum eru uppsettir sambært krøvunum í partafelagslógini. Enn eru ikki nýggj krøv komin, men tað er lítið at ivast í, at reglurnar framyvir fara at fevna um krøv til eginpening og rakstrarúrslit, eins og tað helst fer at verða staðfestur ein býtislykil, sum setir eitt mark fyri, hvussu stóran part av inntøkunum feløg kunnu nýta til leikarar og lønir til hesar.