Sunnudagin 28. desember verður skipað fyri stórari country konsert í Badmintonhøllin í Klaksvík. Tá fara nøkur av okkara allar frægastu sangarum og songkvinnum á pall at framføra góðan country tónleik.
Tríggir tónleikarar fara at framføra hetta kvøldið. Ein teirra er klaksvíkingurin Hallur Joensen, ið hevur givið út fløguna ?Pickin? time in Nashville? við countrytónleiki. Fløgan, sum er gjørd í Nashville, hevur fingið eina sera góða móttøku - bæði her heima og uttanlands.
Ein annar, sum fer á pall í Klaksvík beint fyri nýggjár er Alex Bærentsen, sum ikki hevur framført her heima í nógv ár. Kortini kennir helst hvørt mansbarn í Føroyum eyðkenda suðuroyingin, hvørs tónleikur javnan hevur verið at hoyrt í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Triði tónleikarin á palli er ein ung kvinna, sum eitur Kristina Bærentsen. Hjá henni er country tónleikurin í blóði borin, tí hon er nevniliga dóttur Alex Bærentsen. Hóast unga aldur sín hevur hon framført av og á - í seinastuni serliga saman við Halli Joensen.