Seinastu 11 árini hevur Føroya Triathlon Felag skipa fyri einum nýggjársduathlon á Rossagøtunum, har kappast hevur verið í renning, súkkling, renning.
Onkuntíð hava nakrir fjallasúklarar verið við, og í fjør var so eisini ein rennari í hópinum. Onkur helt, at vert hevði verið at roynt eina stóra kapping fyri øllum rørsluáhugaðum. Men til tað eru gøturnar ov smalar. Tí skipar Føroya Triathlon Felag nýggjársaftan klokkan 10 fyri stórkapping á Rossagøtunum. Í ár ber aftur til at velja 3 greinar: 1. Renning (6 km), fjallasúkling (18 km), renning (2 km), ? 2. Fjallasúkling (30 km) og ? 3. Renning (12 km)
Greinarnar eru so aftur býttar upp í bólkarnar - ungdóm, elita og motión.
- Hetta er fyrstu ferð, at kappingin er løgd til rættis, so øll, ið halda seg hava brúk fyri einum túri í Guðs fríu náttúru, sleppa at íðka saman, sigur Føroya Triathlon Felag í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at øll byrja í senn. Tey, ið renna, fara av ríðingabreytini suðuryvir og renna við sólini. Súklararnir fara av ríðingabreytina vesturyvir og súkla móti sólini.
- Av trygdarávum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður og standa vaktarfólk við gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kappingarleiðina. Møtt verður við Hotel Føroyar/ Kerjalon?, sigur Føroya Triathlon Felag.