Nýggjársduathlon verður hósdagin

Kappast verður á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í Havnardali.

Hesa ferð verður fyrst runnið, síðan súkklað og so skulu íðkararnir aftur í renniskógvarnar og renna teir seinastu tríggjar kilometrarnar.

Runnið verður fyrst tríggjar kilometrar. Síðani verða 12 kilometrar súkklaðir, áðrenn tríggir afturat skulu rennast.

Tað verður aftur í ár eisini skipað fyri einari MTB-kapping. Tey, ið ikki ynskja at kappast í Duathlon, hava møguleika at kappast á fjallasúkklu. Súkklað verður sama tein sum í Duathlon, men súkklararnir skulu súkkla seks umfør ? altso umleið 18 km.

Møtt veðrur klokkan 9.30 við ríðibreytina í Marknagili, og fer tilmelding fram á staðnum.