Hóast danir eins og flest onnur hava broytt sínar matvanar tey seinnu árini, eru tað framvegis mong í Danmark, sum halda tann gamla siðin at eta feskan fisk á nýggjárinum.
Men í ár er vandi fyri, at nógvir danir noyðast at seta okkurt annað á borðið. Veðurmenninir hava boðað frá vindi eystaneftir við kavaroki, og tað fer væntandi at hava við sær, at tey flestu skipini verða liggjandi við bryggju næstu dagarnar, skrivar Berlingarin. Jan Nielsen, fiskaseljari í Skagen, sigur við blaðið, at hann væntar ikki nógvan feskan fisk á marknaðinum hesar dagarnar, sum eftir eru av árinum.
Hava veðurmenninir rætt, fáa danir tað, teir rópa snestorm, sum kortini ikki hevur serliga nógv við storm at gera. Veðurstovan væntar, at á Bornholm verður kavin einar 20 centimetrar tjúkkur, meðan hin parturin av landinum fær nakað minni av kava.