Í dag kl. 16 byrjar nýggja sendingin »Bilradio á Rás2«. Talan er um eina sending við tilfari um motorakfør og ferðslu, sum verður send hvønn hósdag kl. 16 og verður endursend fríggjamorgun millum kl. 8 og 9 og leygardag frá kl. 13 til 14.
Í sendingini verða biltíðindi úti og heima, prát við bila- og motorsúkklusølur um hvat rørir sega á marknaðinum, hvørji nýggj modell eru á veg og hvørji selja best í løtuni o.s.fr.
Í komandi sendingum verður prát við persónar og stovnar, sum hava við ferðslu og ferðslutrygd at gera, umframt nógv ymiskt úr bilasøluni. Í fyrstu sendingini verður prát við nýggja vertin Magnus Gunnarsson.