Nýggj sjónvarpsrás hevur tikið okkara navn

Hendan dagin sást lýsing í bløðunum um eina nýggja føroyska sjónvarpsrás, ið nevnir seg Iktus. Tí hesar viðmerkingar

Fyri tveimum árum síðani læt nýggjur handil upp í Havn við navninum ”Iktys”. Hetta er ikki ein vanligur handil, men ein handil, ið selir brúktar, góðar vørur, har allur vinningurin verður latin beinleiðis til tey fátækasku menniskjuni í heiminum sum hjálp til sjálvhjálp. Í handlinum starvast millum 25-30 fólk uttan løn.

Handilin arbeiðir í tøttum samstarvi við ta donsku ”Folkekirkens Nødhjælp”, sum hevur eitt gott professionelt umsitingarapparat og nógvar slíkar handlar í øllum kongaríkinum. Allir handlarnir hava fiskin sum logo (búmerki) og eita teir ”Fisk”.

Við tað at vit starvast í eini fiskivinnutjóð, valdu vit at nýta eitt annað orð fyri ”fisk”, nevniliga tað griska orðið ”Iktys”.

Nú um dagarnar síggja vit, at ein nýggj føroysk sjónvarpsrás ætlar sær at kalla seg tað sama. Haraftrat hava tey fingið sær nærum sama búmerki sum ”Folkekirkens Nødhjælp”. Hetta fer ikki at bera til. Vit hava sjálvandi roynt at seta okkum í samband við nýggju sjónvarpsrásina (yvir internetið), men so eigasørt, at vit fáa nakað svar.

Tí fer danska ”Folkekirkens Nødhjælp” nú inn í málið, sum óivað verður loyst á sama hátt, sum fleiri onnur líknandi mál: Sjónvarpsrásin verður noydd sum skjótast at fáa sær annað navn.