Hóast særdar kenslur og gamalt agg greitt kom til sjóndar á pallborðsfundinum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum í Útvarpshøllini mánakvøldið, eydnaðist tað kortini at røkka semju um, at tíðin nú er búgvin til, helst innan eitt ár, at ein loysn verður funnin á áralongu trætuni um skipan av gerðarætti í onkrum líkið.
Arbeiðsbólkurin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur sett at arbeiða við málinum, verður karmur um samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta var høvuðsniðurstøðan á fundinum, sum var í útvarpshøllini, har spurningurin um, hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á føroyska arbeiðsmarknaðinum var settur. Endamálið við fundinum, sum varð fyriskipaður av Javnaðarflokkinum, var at fáa ymsu sjónarmiðini fram, umframt greiðar grundgevingar fyri teimum. Umboð fyri arbeiðsmarknaðin og politikarar úr fýra størstu flokkunum vórðu bodnir við at kjakast um heita evnið.
Tí eitt er eyðsæð, ikki er lætt hjá hvørgum partinum at taka mótpartin fyri fult, hetta gjørdist greitt longu frá fyrstu løtu. Tí tað, sum flestu luttakarar í kjakinum sóu sum størstu forðingina fyri einum fruktargóðum samstarvi var, at partarnir ikki vísa virðing fyri mótpartinum, og at álitið sostatt ikki er av tí besta.
Politisk uppílegging
Eitt stríðsmálið hevur eitt nú verið, hvør skal greiða ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, partarnir sjálvir, ella um politiski myndugleikin skal leggja uppí.
Umboðið fyri Vinnuhúsið, Bjørgfríð Ludvig, kundi hugsað sær, at lóggivið var um ein fastan gerðarætt, og umboðið fyri Fíggjarmálaráðið, Tummas Magnussen eftirlýsti lóggávu um arbeiðsrætt.
Her vístu umboðini fyri fakfeløgini, Gunnleivur Dalsgarð frá Starvsmannafelagnum og Ingeborg Vinther frá Føroya Arbeiðarafelag á, at so leingi politiski myndugleikin í heilum hóttir við at leggja upp í og taka ræðið av feløgunum, er ilt at hava álit á mótpartinum.
Eitt nú segði Ingeborg Vinther tað vera nærum ógjørligt at fáa arbeiðsgevarasíðuna at viðvirka til at gera karmar fyri loysnir á trætum á arbeiðsmarknaðinum, so leingi sum politiski myndugleikin alsamt kemur við útmeldingum. Sum hon segði, so bendir alt á, at bæði tann almenni og privati arbeiðsgevaraparturin alla tíðina hevur bíða eftir, at Løgtingið skal leggja uppí. Tí er einasta háttur at betra um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, sambært Ingeborg Vinther, at arbeiðsgevarin ikki framhaldandi roynir at kasta ábyrgdina yvir á Løgting og Landsstýrið, og samstundis er eisini av størsta týdningi, at Landsstýrið ikki leggur seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.
- Mótparturin má duga at skilja, at ein treyt fyri at ein skipan skal koma at rigga, er, at allir partar taka undir við henni, og at eingin kann smoyggja eina skipan yvir fakfeløgini, segði Ingeborg Vinther, sum saman við Gunnleivi Dalsgarð legði landsstýrinum eina við ikki at leggja uppí arbeiðið at gera nýggja skipan til at loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, men at lata partarnar sjálvar loysa arbeiðsmarknaðarmál.
Gongu feløgunum á møti
Og hetta er eisini tað, sum Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm er komin fram til, eftir onkra miseydnaða roynd at fáa í lag eina skipan um loysn á ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
Tí legði hann í orðaskiftinum dent á, at arbeiðsbólkurin, sum hann nú hevur sett niður, skal vera mannaður við trimum umboðum fyri løntakararnar og trimum umboðum fyri arbeiðsgevararnar, umframt ein óheftan formann, sum í hesum førinum verður Kári á Rógvi, løgfrøðingur.
- Arbeiðssetningurin til arbeiðsbólkin er breitt orðaður, so talan er ikki um at smoyggja nakað niður yvir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, segði Bjarni Djurholm, sum eisini metti útlit vera fyri, at nevndin innan hesar karmar kann náa ætlaða málinum, nevniliga at røkka eini semju á økinum, sum antin kann vera avtalað, ella lóggivið verður um.
- Haldi sjálvur tað vera skilabest at forankra semjuna í lóggávu. So kenna allir partar ábyrgd mótvegis nýggju skipani, ikki minst politiski myndugleikin. Men tað fara so partarnir á arbeiðsmarknaðinuim at avgera, segði Bjarni Djurholm, sum í fyrstu syftu hevur sett tíðarætlanina soleiðis, at bólkurin skal verða liðugur við arbeiðið í seinasta lagi 31. januar 2004.
-Gongur arbeiðið væl, er hugsandi, at møguligt lógaruppskot kann leggjast fyri løgtingið áðrenn seinasta framløgudag, uml. 5. mars. Er skotbráið ov stutt, so verður tíðarætlanin sjálvsagt broytt. Arbeiðið stendur og fellir ikki við ásetingini av eini dagfesting, tvørturímóti. Arbeiði fer at taka ta tíð, sum er neyðug, segði Bjarni Djurholm, sum við hesum arbeiðið hevur ásannað, at lítið og einki er hent á økinum í ártíggju, og tí heldur tað verða rætt, at politiski myndugleikin nú tekur stig til at slóða fyri nýggjum skipanum, sum, eftir hansara tykki, lóggevast skulu fyri.
- - -
Faktaboks
Nevndin, sum Bjarni Djurholm hevur skotið upp at seta, at viðgera uppskot til skipan ella løgtingslóg um arbeiðssemjur, hevur henda arbeiðssetning:
Nevndin skal gera uppskot til skipan, sum kann viðgera trætumál og spurningar um sáttmálabrot við atliti at
oskjóta viðgerð,
oat samfelagslig áhugamál verða havd í huga, serliga at ósemjur og sáttmálabrot verða loyst í eini rættarskipan,
oat kunna hjálpa tí partinum, sum líður undir sáttmálabroti, at fáa sín rætt og møguliga uppreisn, so skótt sum til ber.
Harumframt skal bólkurin gera uppskot til broytingar í L. nr. 86 frá 31.03.1928 for Færøerne om mægling i arbejdsstridigheder, semingslógin. Bólkurin skal endurskoða og dagføra lógina sum heild,
ogera uppskotið soleiðis, at lógin fatar um bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin
oog soleiðis, at lógin hóskar til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju.