Ídnaður
Fuglafirði: Umstøðurnar til umvæling av flakamaskinum fara at batna heilt munandi við nýggju smiðjuhøllini hjá P/F Petur Larsen í Fuglafirði. Tá høllin er liðug, verður alt virksemið, sum í dag er á trimum støðum í býnum, savnað undir sama taki.
Í 30 ár hevur Petur Larsen í Fuglafirði havt umboð fyri og umvælt tær kendu Baader flakamaskinurna, sum standa á hvørjum virki í landinum, eins og tær eisini eru umborð á øllum flakatrolarunum uttan einum.
? Higartil hevur virksemið í stóran mun verið at farið út á virkini at gjørt umvælingar, tá okkurt hevur verið áfatt, sigur Atli Larsen, sum í dag rekur virkið, sum pápin byrjaði fyri triðingsøld síðan. Men við nýggja smiðjubygninginum fer at bera til at taka umvælingina inn til okkum sjálvs, meðan framleiðlsan á vikinum kann halda fram, sigur hann.
Tað hevur ikki borið til at skift eitt nú eina maskinu um, tá hon er fyrigingin. Gongdin hevur verið tann, at so hevur verið arbeitt og umvælt úti á virkinum. Var so talan um eitt lítið virki, kundi avleiðingin vera, at alt virkið varð lagt stilt, meðan arbeitt varð upp á maskinurnar. Nú nýggj høll verður bygd, verður møguligt hjá reparatørinum at taka alla maskinuna heim við sær og seta aðra til á virkinum ístaðin, meðan umvælt verður. Soleiðis fá báðir partar arbeitt samstundis, vísir Atli Larsen á.
Men tað verða ikki einastu fyrimunirnir við at byggja nýtt. Sum er, heldur virkið hjá Peturi Larsen til í trimum ymsum bygningum í Fuglafirði. So tað er greitt, at har fer alt ov nógv tíð til flyting av hesum og hasum millum húsini, sigur Atli Larsen.
Hann sigur, at sjálv smiðjuhøllin, sum nú verður bygd, fer helst at kosta einastaðni millum tvær og hálvatriðju millión krónur. Umframt tað leysa.
Í dag arbeiða tríggir montørar, ein sum ger fyrifallandi arbeiði, og eitt skrivstovufók í fyritøkuni, sigur Atli Larsen. Men tá nýggja høllin er komin upp at standa, kemur ein lærlingur aftrat.
Petur Larsen byrjaði í 1971 at arbeiða sum Baader-maður burturav í Føroyum. Áðrenn tað hevði hann arbeitt í Føroyingahavnini og var tann vegin komin at kenna hesar maskinurnar.
15 ár seinni kom Atli Larsen sjálvur í fyritøkuna. Hann hevur verið í Týsklandi eitt ár og kunnað seg við maskinurnar, so hann hevur útbúgving sum Baader-maður. Umframt hevur hann verið seks ár við verksmiðjutrolara júst sum Baader-maður.
Men tað er ikki nokk, sigur Atli Larsen. Slíkt skal haldast viðlíka, so hann er javnan á skeiðum í Týsklandi, sigur hann.