Nýggj spurngarkapping roynd í SvF

SvF er farið undir eina nýggja spurnarkapping, sum verður send komandi vetrarhálvu. Tað hevur kostað 15 milliónir krónur at menna júst hetta konseptið við spurningum, har tað ræður um at satsa

Tann 31. august er dagurin, tá nýggja spurnarkappingin í SvF fer at bakkastokki. Allar 30 sendingarnar eru longu upptiknar, tær verða sendar hvørt leygarkvøld fram til 31. mars í 2003, tá finalan er á skránni.
Tað er felagið Blu Entertainment í Danmark við føroyinginum Per Zachariasen, sum hevur ment hetta konseptið, og ætlanin er at selja hugskotið kring allan heim. Føroyar er tað fyrsta landið, har hetta slagið av spurnarkapping verður roynt.

Satsa
Kappingin hevur fingið navnið Satsa. Og tað ræður um at seta stigini uppá spæl og satsa. Vinnarin gerst 50.000 krónur ríkari, og tí er umráðandi at hava tunguna mitt í munninum.
Kappingin er skipað soleiðis, at tríggir luttakarar kappast í senn. Í fyrsta umfari fáa teir tveir spurningar hvør. Um luttakarin svarar rætt, fær hann 2000 stig. Svarar hann hinvegin skeivt, fáa hinir báðir hvør síni túsund. Tú verður tískil revsaður fyri at svara skeivt.
Í øðrum umfari verður spælið meira taktiskt, tí luttakararnir kunnu tá lata spurningin fara víðari til ein av hinum, sum síðani skal svara. Um spurningurin verður sendur víðari, fær hann samstundis størri virði. Tann luttakarin, sum sendir spurningin víðari skal lata ein part av sínum stigum í eina pulju. Svarar viðkomandi tá rætt, fær hann øll stigini, men svarar hann skeivt, so fær tann, sum sendi spurningin víðari, øll stigini.
Á henda hátt kunnu luttakararnir stjala stig frá hvørjum øðrum við at senda spurningar víðari. Við at satsa kunnu luttakararnir vinna sær enn fleiri stig, og tí vinnur bara við at satsa og at leggja røttu ætlanina.

Eingin kameramaður
Hetta er tann størsta undirhaldssendingin hjá Sjónvarpi Føroya higartil, sum framleidd er í studio. Og tað er ein sera vakur og framkomin leikpallur, har hetta spælið fer fram.
Teir tríggir luttakararnir og verturin, ið er Páll Danielsen, eru umgyrdir av teldustýrdum myndatólum, ið mala kring pallin. Í einum rúmi nærhendis situr ein maður og stýrir. Eingin kameramaður er á pallinum, og at framleiða eina slíka sending krevjast bara fýra fólk umframt vertin.
Tá kappingin verður send hoyrast lógvabrestir frá áskoðarum, sum eisini síggjast á skerminum, men í veruleikanum er eingin áskoðari til sendingarnar. Myndir av áskoðarum eru festar á veggin aftanfyri, og klappini eru tikin upp frammanundan.
Allir luttakararnir hava skrivað undir uppá, at teir ikki skulu avdúka, hvat úrslitið av teirra sending verður. Tilsamans 78 luttakarar hava verið við til upptøkurnar

Skal seljast
Per Zachariasen hevur verið við at framleiða júst hetta hugskotið, og hann er sera væl nøgdur, nú hann hevur sæð fyrstu sendingarnar á skerminum.
? Konseptið er sera einfalt, men tað tekur langa tíð at framleiða. Vit hava nýtt umleið eitt ár at gera karmarnar um sendingina, sigur Per, sum er er ovfarin av, hvussu væl tað hevur gingið í hond við upptøkunum í Føroyum.
Hann sigur, at Blu Entertainment hevur funnið uppá nakað heilt nýtt innan spurngarkappingar við hesi sendingini, og tí er spennandi hvussu hon verður móttikin. Fyrimunurin er, at hon er ómetaliga bílig at framleiða, og møguleiki er fyri hópframleiðslu.
Ætlanin er, at hetta konseptið skal seljast uttanlands. Á filmsfestivalinum í Cannes herfyri vóru fólk frá søludeildini hjá Blu Entertainment, sum er eitt dótturfelag hjá Freemental Media, og royndu at vísa sendingina fram fyri áhugaðum.
Sum skilst eru samráðingar í løtuni við stóru týsku rásina ZDF. Um ein avtala fæst í lag, er ætlanin tryggjað ímóti undirskoti, men Per hevur góðar vónir um, at sendingin kann seljast í enn fleiri londum.
SvF skal ikki rinda fullan prís fyri sendingarnar. Føroyska sjónvarpið skal bara rinda útreiðslurnar av flutningi, upptøkuhølum og starvsfólki.